Franskur mótaskapari deyður

Pierre Cardin var kendur fyri at gera futurisk klæði

Kendi franski mótskaparin Pierre Cardin er deyður 98 ár. Tað skrivar AFP.

Hann var nýskapandi og djarvur í sínum sniðgevingum, og við hvørt vóru klæðini so serlig, at tað bar nóg illa til at vera í teimum. Hann hevði ofta framlítandi sniðgevingar, sum fingu íblástur frá rúmdartíðini.

– Klæðini, mær dámar, eru tey, sum eg skapi til eitt lív, sum ikki er til enn – til heimin í morgin, segði Pierre Cardin.

Cardin vildi eisini gera móta til miðalklassan, og tá fekk hann kalda øksl frá fleiri av teimum stóru mótaskaparunum, sum hildu, at tað sømdi seg ikki.

Í 1950’unum og 1960’unum, tá ið ungir mans í klædningum líktust pápunum, skapti Pierre Cardin klæði við framfýsnari og ungari útsjónd. Eitt nú brúktu The Beatles onkuntíð klæði frá Cardin. Pierre Cardin skapti eisini móta til kvinnur, matstovur, heimið og annað.

##med3##

Pietro Cardin var føddur nærindis Treviso í Italia. Foreldrini vóru fronsk og áttu ellivu børn. Tey fluttu til Fraklands at búgva, eftir at Mussolini tók valdið í Italia. Ætlanin var, at Pierre skuldi verða arkitektur, men longu sum smádrongur hevði hann áhuga fyri klæðum og sniðgeving.

##med2##

Pierre Cardin var nýskapandi og framsøkin, og hann dugdi eisini væl at fáa pengar burtur úr øllum hugsandi vørum, har hansara navn varð brúkt.

– Eg varð føddur listamaður, men eg eri ein handilsmaður, segði Pierre Cardin einaferð við The New York Times.

Pierre Cardin doyði á American Hospital í Neuilly-sur-Seine beint uttan fyri París.