Franskur jazzur á Hvonn

Hetta týskvøldi á Hvonn er eitt sindur øðrvísi enn vanligu jazzkvøldini.

Har verður nevniliga franskur tónleikur at hoyra.

Claude Chichon er troubadurur og klaverspælari, ið framførur egin og onnur kend fronsk løg. Hansara tónleikur er av chanson-slagnum, og er hetta tónleikur av somu skuffu sum til dømis teir víðagitnu Charles Aznavour, Maurice Chevalier og Yves Montand. Nógvir av sangunum eru vornir klassikarar, sum eisini vit herumleiðir kenna.