Franskur bilframleiðari rýmir úr Iran

Óttin fyri amerikanskum handilstiltøkum fær nú franskan bilframleiðara at rýma úr Iran

Óttin fyri amerikanskum handilstiltøkum fær nú franskan bilframleiðara at rýma úr Iran

 

Tveir handilsfelagsskapir, sum skuldu selja franskar bilar í Iran, sleppa kortini ikki at gera tað fyri franska bilframleiðaranum PSA.

 

Amerikonsk handilstiltøk fáa franska bilaframleiðaran PSA til at hála stykkið úr hjá handilsfelagsskapum í IRan, sum skuldu selja fronsku bilarnar. Hetta sigur PSA í eini fráboðan.

 

– Eftir at USA 8. mai trekti seg úr JCPOA (avtalan um kjarnorkuætlanina hjá Iran, red.) er PSA-bólkurin farin undir eina miðvísa afturtøku fyri at kunna halda amerikanska lóggávu 6. august 2018.

 

– Við stuðli frá fronsku stjórnin hevur PSA-bólkurin sett seg í samband við amerikanskar myndugleikar fyri at fáa teir at umhugsa eitt undantak.

 

Teir báðir handilsfelagsskapirnir høvdu sum endamál at selja tvey av bilasløgunum hjá PSA, Citroën og Peugeot. Harumframt eigur PSA eisini merkini Opel og Vauxhall.

 

Kjarnorkuavtalan við Iran var upprunaliga gjørd við teir fimm førstu limirnar í ST-trygdarráðnum, Týskland og ES eins og Iran. Avtalan gjørdi, at fleiri handilstiltøk ímóti Iran vórðu sett úr gildi afturfyri eftirlit og avmarking av kjarnorkuætlanini.

 

Í mai boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at USA tekur seg úr avtaluni og setur aftur í gildi fleiri av handilstiltøkunum ímóti Iran.

 

Fyrr hava franska olju- og gassfelagið Total, danska shippingfelagið Mærsk, týska tryggingarfelagið Allianz, tøknisamtakið General Electrics og onnur stór feløg boðað frá, at tey annaðhvørt trekkja seg úr ella minka munandi um virksemið í Iran.

 

/ritzau/