Manchester United er nú heilt nær við at tryggja sær undirskriftina hjá Gabriel Obertan, sum spælir í Bordeaux. Obertan, sum er 20 ára gamal, hevur gjørt nógv vart við seg á hjá franska felagi sínum, umframt at hann eisini er ein týðandi spælari á franska U21-landsliðnum. Obertan hevur mest verið nýttur sum kantspælari, men hann kann eisini spæla sentralt á miðvøllinum og í álopinum.