Franskt flogfar farið út av í Vágum

Eitt lítið franskt flogfar, sum setti seg í Vágum fyri løtu síðani, fór út av breytini. Flogfarið hevur fingið skaða, men báðir menninir, sum vóru í flogfarinum, eru óskalaðir.

Tað var klokkan 14.10, at franska flogfarið skuldi seta seg á flogvøllinum í Vágum, men tá ið flogfarið var komið niður, havareraði tað og fór út av breytini.

Tveir mans vóru við flogfarinum, sum kom úr Wick í Norðurskotlandi, men teir hava ongan skaða fingið og kundu sjálvir koma úr flogfarinum.

Flogfarið hevur hinvegin fingið skaða og liggur við síðuna av breytini. Løgreglan og brandlið eru hjástødd, og ætlanin er at fáa flogfarið flutt, at so at vanliga rutuflúgvingin kann halda fram. Eitt flogfar hjá Atlantsflogi skuldi fara til Keypmannahavn kl. 14.45, men fráferðin er útsett til kl. 16.15, og eitt flogfar, sum skuldi fara til Aalborg kl. 16.00, er útsett ein góðan hálvan tíma. Eitt flogfar úr Keypmannahavn skal lenda kl. 16.35, og í løtuni verður roknað við, at tað kann seta seg til tíðina.

Enn er ikki greitt, hví flogfarið fór út av breytini.