Franskir hermenn tikið Gbagbo

Servandir franskir hermenn hava tikið Laurent Gbagbo, sum sýtir fyri at fara úr forsetembætinum á Fílabeinsstrondini, hóast hann tapti valið í november í fjør. Fyrr í dag frættist, at franskir hermenn høvdu tikið seg inn í forsetaborgina, har Laurent Gbagbo hevði fjalt seg. Nú skriva tíðindastovurnar, at hermenninir hava tikið Gbagbo. Tíðindini eru frá einum av ráðgevum hansara.

Ráðgevin sigur, at Gbagbo er latin herleiðsluni hjá Alassane Ouattara, sum vann forsetavalið, og sum ætlandi fer at taka við nú.