Fundurin í Wien var millum fótbóltssambondini í okkara HM-undankappingarbólki, og millum londini í bólkinum eru júst Føroyar og Frakland.
Tá ið fraklendingar í heyst spældu EM-dyst í Føroyum, høvdu teir eina ferð, sum teir seint fara at gloyma. Teir vóru nógv seinkaðir, og tá ið teir komu niður at, var lendingin sera hørð.
Fronsku stjørnurnar søgdu einki um hetta, meðan teir vóru í Føroyaum. Teir hildu maskuna, fóru beinleiðis til Havnar, hølvaðu Føroyar av, og fóru so aftur av landinum.
Á fundinum í Wien um vikuskiftið greiddi Raymond Domenech, landsliðsvenjari, frá ferðini til Føroya, og hann segði føroysku umboðunum, at tað stóð einki til umborð á flogfarinum, og hann helt sjálvur, at hansara seinasta løta var komin.
Hetta greiddi Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, frá morgunsendingini hjá Útvarpinum í morgun.