Franski venjarin heldur nógv um føroyska liðið

- Tykkara lið hevur stríðsanda og liðanda, sigur Lionel Rouxel

Føroyar skulu í dag spæla móti einum av favorittunum at vinna EM fyri U17 landslið. Tað hevur vakt ans millum stóru tjóðirnar, at Føroyar eru við til EM endaspælið. Ein teirra, sum heldur nógv av tí er franski venjarin.

 

- Eg haldi at tit hava nakrar góðar og atletiskar spælarar, sum stríðast væl. Føroyar hava eisini vunnið onkrar dystir. Eg vóni at hetta verður ein góður dystur, Lionel Rouxel.

 

Hann heldur fyri, at tað er týdningarmiklast, at spæla sum eitt lið, um tú vilt koma langt í hesi kappingini og í fótbólti sum heild.

 

- Tykkara lið hevur stríðsanda og liðanda. Vit skulu ansa eftir, og eg fari fyrireika mítt lið og tosa positivt um tykkara lið við mínar spælarar, sigur Lionel Rouxel.

 

Frakland tapti púra óvæntað fyri Ungarn í fyrsta dystinum í bólkaspælinum. Teir hava eina ætlan um at koma í hálvfinalurnar, tí tað gevur atgongd til HM. Tí ætla fraklendingar ikki at vísa nakra náði í morgin.

 

- Vit ætla okkum at koma í hálvfinalurnar, so vit í minsta lagi vinna okkum víðari til HM. Tað krevur at allir 18 í hópinum hjá okkum spæla væl, eisini móti tykkum, tí í fótbólti kann nógv óvæntað henda, sigur Lionel Rouxel.

 

Dysturin í morgin byrjar klokkan 11 og Rás2 sigur frá beinleiðis.