Franski pensjónsaldurin hækkaður

Hóast áhaldandi og ógvuslig mótmæli samtykti franska Senatið í gjárkvøldið uppskotið hjá Nicolas Sarkozy, forseta um at hækka pensjónsaldurin. 177 senatslimir atkvøddu fyri uppskotinum, og 153 atkvøddu ímóti.

Broytingarnar fáa tó ikki gildi, fyrr enn ein nevnd hjá tjóðartinginum hevur góðkent hana, og síðani skulu Undirhúsið og Senatið atkvøða í felag um broytingarnar, áðrenn tær fáa gildi.

Broytingarnar, sum sambært forsetanum og stjórnini eru alneyðugar, áseta, at pensjónsaldurin hækkar úr 60 í 62 ár, og at fólk skulu fylla 67, áðrenn tey fáa fulla fólkapensjón. Tað markið er nú 65 ár.

Fronsku fakfeløgini hava boðað frá, at tey fara at halda fram við mótmælunum, og meiningakanningar vísa, at næstan 70 prosent av franska fólkinum taka undir við mótmælunum.