Franski landsliðsvenjarin stevnir Eric Cantona

Didier Deschamps vil hava útsagnir hjá Eric Cantona dømdar deyðar at verða

Tá franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps tók út EM-hópin hjá Fraklandi, sum skuldi kappast um Evropameistaraskapið í fótbólti á heimavølli fekk Didier Deschamps ein ordans uppsang frá gomlu fronsku fótbóltsstjørnuni, Eric Cantona.

 

Eric Cantona var so bersøgin um úttøkuna hjá Didier Deschamps, at hann meinti Didier Deschamps vísti rasistiskar tendensir við ikki at taka út Karim Benzema og Hatem Ben Arfa út til franska EM-hópin.

 

- Hetta kann eg ikki góðtaka, og eg havi ikki gloymt tað. Eg havi gjørt nakrar løgligar kanningar, og eg ætli mær at fara í rættin við hesum. Eg eri venjari, og eg skal tola at fáa atfinningar frá øllum, men tað finst eitt mark, sum eingin eigur at fara yvirum, sigur ein óður Didier Deschamps við franskar miðlar. 

 

Í enska blaðnum "The Guardian" kom Eric Cantona við hesari útsøgnini nakrar vikur undan EM-endaspælinum: - Eitt er púra víst. Benzema og Ben Arfa eru tveir av teimum bestu spælarunum í Fraklandi, og teir skulu ikki við til EM. Og fyri, at eingin skal verða í iva, so hava teir røtur í Norðurafrika. Tað er opið fyri kjaki. Deschamps er hinvegin eitt so franskt navn. Møguliga er Deschamps tann einasti í øllum Fraklandi, sum hevur eitt vaskiektað franskt navn. Eingin í hansara ætt hevur blandað sig eina aðra ætt. Tú veitst, júst sum mormonarnir í USA. Var bersøgni uppsangurin Didier Deschamps fekk frá Eric Cantona. 

 

Didier Deschamps fer nú í rættin fyri at fáa útsagnirnar hjá Eric Cantona at verða dømdar deyðar at verða.