Franski kongurin fall

Øll vórðu ovfarin, tá Zidane misti tamarhaldið á sær sjálvum og brúkti harðskap í HM-finaluni. Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, heldur hendingina vera syrgiliga fyri fótbóltin, men metir, at hetta kundi hent fyri tey flestu av okkum

Theodor E. D. Olsen
Fótbóltur
 
 
 
Undan HM-finaluni í fótbólti sunnukvøldið sendi Sjónvarpið eitt innslag, har fólk á gøtuni søgdu, hvørji tey vónaðu fór at vinna. Nógv svaraðu, at tey vónaðu, at tað fór at verða Frakland, tí tey hildu, at tað hevði Zinedane Zidane uppiborið. Hesin franski fótbóltsúrmælingurin, sum hevur skarað framúr í á heimsins fótbóltsvøllum, og sum hevði boðað frá, at hetta fór at vera hansara síðsti dystur, tí hann vildi gevast á tindinum. Ein franskur sigur lá á hansara herðum, og tann franska republikkin átti eina hetju og ein høvdinga í hesum gávaða einstaklingi.
Hann byrjaði finaluna væl við skjóta eitt brotsspark sera yndisliga í meskarnar, og í umdystinum var um reppið, at hann endaði í søgubókunum við einum bólti, sum hann hegnisliga mundi sent í málið við høvdinum.
Ístaðin misti Zidane tamarhaldið á sær sjálvum og í sinnismuni rendi hann høvdið í bringuna á italska verjuspælaranum Materazzi, sum small í tann grøna svørðin. Tað var ikki greitt beinanvegin, hvat var hent, men tá viðmerkjararnir á teimum ymsu fótbóltsrásunum sóu, at tað var Zidane, sum hevði framt hesa illgerðina, vóru teir púra paff og trúðu tí valla. Onkur royndi at verja hann.
Italiumenninir tóktust eisini at vera harmir um, at tað var Zidane, ið skuldi enda sina yrkisleið á henda hátt. Hevði tað verið onkur annar franskmaður, sum hevði framt illgerðina, kundi ein ímyndað sær, at italiumenn høvdu lopið á hann.
 
 
Illsinnisgleps
 
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sá sum so nógv onnur finaluna, og eisini hann væntar, at tey flestu mundu vera púra ovfarin av hendingini, og hann heldur, at finalan gjørdist til ein óneyðugan sorgarleik. Zidane var nevniliga tann eyðsýnda hetjan, sum hevur ført Frakland til finaluna, og franski sigurin var heldur ikki langt burtur, metir Eyðun Joensen og sipar serliga til ta ferðina Zidane í umdystinum næstan fekk skallað bóltin í málið.
- Men tað er áhugavert, at tað skal so lítið til at koppa øllum, sigur Eyðun Joensen. Hann leggur dent á, at hann ikki kann seta nakra sálarfrøðiliga diagnosu á sinnismunin hjá Zidane, men at hetta er tað, tey á fakmálinum kalla eina affektreaktión. Á vanligum gerandismáli kann hetta helst umsetast til øði ella illsinnisgleps, sum kann koma fyri, tá sinnið heldur enn vit og skil tekur ræði á einum menniskja.
Eyðun Joensen heldur tó, at vit øll kundi komið út fyri at gjørt okkurt tílíkt, og at tey flestu hava roynt at smekkað eina hurð í ella okkurt tílíkt, tí sinnið kann spæla okkum eitt puss og at tað er alment menniskjasligt at gera slíkt, metir sálarfrøðingurin, sum sigur seg hava hug at fyrigeva Zidane, hóast tað kann vera torført at fyrigeva.
- Í longdini kann tað eisini gerast harmiligt fyri italiumannin, tí hann man eisini hava ringan smakk í munninum, heldur Eyðun Joensen, ið heldur tað vera týðiligt, at hann klípti Zidane bringuvørtuna og allarhelst eisini segði okkurt keðiligt Zidane.
- Sum psykologur síggi eg eisini eina mynd aðra mynd, nevnilga eina mynd av fótbóltshetjuni, sum ikki bara er ein kaldur og kyniskur spælari, sigur Eyðun Joensen, ið sipar til leiklutin hjá Zidane sum kendur miðavallarstrategur, men sum vit nú kanska fáa eina meira fjølbroytta mynd av.
Eyðun Joensen heldur, at hendingin er sera keðilig fyri fótbóltin, og at sjálvt hann, tvs. sjálvur Zidane, sum hevur verið tann eyðsýnda hetjan, kunnu gera slíkt, men at ikki nýtist at kollvelta myndina av honum, tí so verða vit nógv, sum skulu roknast við í eina slíka mynd, tí slíkt kann vera nokkso menniskjasligt, heldur hann.
 
 
Forsetin virðing fyri Zidane
 
Hvørjar orsøkirnar vóru til, at Zidane leyp fram av, eru tað nógv sum gita um. Sjálvur vildi Materazzi ongar viðmerkingar gera eftir dystin, og Zidane læt ikki við seg koma. Hann valdi heldur at fjala seg, enn at koma og taka ímóti silvurheiðursmerkinum.
Sum nevnt sigur Eyðun Joensen seg sum vera man ikki kunna geva nakra endaliga diagnosu, men vísir á, at strongd kann vera orsøkin til at Zidane leyp framav, og at strongd í fleiri førum fær fólk at gera mistøk.
Okkurt kundi bent á, Eyðun Joensen hevur rætt í, at eftirmælið hjá Zidane ikki er so illa farið, sum væntast kundi, tí í dag varð kunngjørt, at í eini atkvøðugreiðslu millum tíðindafólk er Zidane kosin at vera besti spælarin í HM-kappingini í ár, og tí vinnur hann sokallaða Gylta bóltin.
Liðfelagarnir hjá honum siga seg eisini stuðla honum, og ikki minst hevur franski forsetin, Jacques Chirac, sagt eftir dystin, at hann hevur stóra virðing fyri Zinedine Zidane.
Enn er sum sagt ikki greitt, hvat hendi millum Zidane og Materazzi, áðrenn Zidane við stútaði italiumannin í bringuna. Onkur vil vera við, at Materazzi segði okkurt ljótt um mammu Zidane, sum er deyð. Onnur vilja vera við, at Zidane varð kallaður yvirgangsmaður, av tí at hann er muslimur og er ættaður í Algeria.
Men í øllum førum er greitt, at bæði fótbóltsáhugað og onnur eru bilsin av, at tann franski fótbóltsgudurin, hetjan Zidane, kundi leypa framav og lata sinnið vinna á viti og skili. At úrmælingurin kundi falla, tá hann skuldi enda á tindinum. At tað kundi henda.
Men kanska sigur tað líka nógv um okkum sum um Zidane.