Franskar vørur av føroysku hillunum

Áðrenn middag í gjár skuldu allar vørur frá fronsku heilsøluni, Sapar, við ávísum góðkennismerki vera tiknar av føroysku handilshillunum. Orsøkin er, at vandi er fyri listeria

Allar føroyskar heilsølur, størri handlar, hotel og køkar á stovnum fingu í gjár boð frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um, at allar vørur, sum eru frá SAPAR í Fraklandi og hava góðkenningarnummarið 77-284-03, skuldu takast av hillunum innan á middegi í gjár.

Orsøkin til boðini er, at vandamikla listeriabakterian í undanfarnu viku varð funnin í vørum av hesum slag í Fraklandi, har 23 fólk gjørdust sjúk, og sjey teirra so álvarsliga sjúk, at tey doyðu.


Veik í størstum vanda

Danska matvørudirektoratið vísir í tíðindaskrivi á, at tað oftast bert eru fólk við veikari immunverju, ið fáa sjúkuna lieriosu av vandamiklu listeriabakteriunum.

Mett verður, at tey, sum eru í størstum vanda, eru drykkjufólk, fólk við sukursjúku og fólk við AIDS ella krabbameini. Eisini eru gomul, nýføðingar og kvinnur, ið bera barn undir belti, í vandabólkinum.

Men sjúkan kann eisini raka fólk, ið eru uttan fyri vandabólkin.

Tíðin frá tú verður smittaður til sjúkan brýtur út til tú verður smittaður, liggur millum fáar dagar og heilar tveir mánaðir. Sjúkan kann elva til blóðeitran og menegitis, og kann hin eisini elva til, at barnakonur kasta missa barnið. Vandin fyri at doyggja av listeriosu er yvir 50 prosent hjá fólkum í vandabólkinum, men nógv lægri hjá fólkum uttanfyri.

Sjúkueyðkennini eru oftast, at tú hevur ringt við at síggja, munnurin gerst turrur, ringt er at svøgja og tú fert at spýggja. Eisini verður tú leysur í vøddunum, men tó hevur tú ongan fepur.

Hava fólk hesi eyðkenni fáar dagar eftir, at tey hava etið mat frá SAPAR, eiga tey at fara til lækna sum skjótast, sigur danska matvørudirektoratið í tíðindaskrivi, Heilsufrøðiliga Starvstovan hevur sent út.



Fleiri nøvn

Franska fyritøkan, SAPAR, selur vørur sínar undir fleiri ymiskum nøvnum. Nøkur teirra eru Jac Gourmet, Trateur, Antoine AUGE, DELICE DE SUZON, VAL HEREUX og SAPAR. Hesar vørur eru allar í vanda fyri at hava ov nógvar listeria bakteriur í sær.

Okkum nýtist kortini ikki at minnast øll hesi torføru nøvnini, tí felags fyri allar vørurnar er, at tær hava góðkenningarmerkið 77-284-03.