EM: Franskar stjørnur undan finalu: Danmark hevur nógv vápn

Fransmenn eru fyrireikaðir til harðan dyst og siga Danmark vera favorit í dagsins EM-finalu í hondbólti.

 

Luka Karabatic og Dika Mem hava bæpi vunnið og tapt finalur ímóti Danmark. Í dag skulu teir aftur møta dønum í EM finaluni. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danmark hevur klassaspælarar á øllum plássum, hava nógv vápn og eru favorittur í EM finaluni í hondbólti.

Soleiðis siga fronsku spælararnir undan finaluni og vilja soleiðis vísa virðing fyri dagsins uppgávu.

– Danmark hevur nakrar av heimins bestu spælarum á øllum plássum. Nakra staðni enn tá tveir ella tríggjar. So tað er ikki so løgið, at vit altíð hitta teir í finalum, sigur strikuspælarin Luka Karabatic.

– Vit skulu royna at temja teir, so nógv vit megna. Teir hava spælt framúrskarandi og eru vandamiklir bæði við langskotum og gjøgnumbrotum mann í móti manni.

– Móti Týskalndi spældir teir eisini sjey ímóti seks, sum teir annars ikki hava gjørt so nógv av. Tað er enn eitt vápn hjá teium, sigur royndir franski hondbóltspælarin.

Tað skortar tó heldur ikki við stórum nøvnum í franska hópinum. Teirra millum er mest lýsandi stjørnan Barcelona-bakkurin Dika Mem, sum heldur ikki er ovfarin av at møta Danmark í finaluni.

Hetta er sætti gulldysturin millum londini bæði síðani 2011.

– Frankaríki og Danmark hava eftirhondini havt ræði á altjóða hondbólti í logri tíð. Eisini áðrenn eg kom við. Tað vísir, at Danmark ger eitt gott arbeiði.

– Tað hava nógvar royndir, og tað sama hava vit. Vit eru fyrireikaðir uppá, at tað verður hart, sigur Dika Mem.

Størsta navnið í finaluni er tó Nikola Karabatic, sum nógv halda vera besta spælara í søguni.

EFtir at hava vunnið fýra HM heiti, tríggjar ferðir OL og tríggjar ferðir EM gull hevur 39 ára gamla livandi legendan møguleikan fyri enn einum sigri. Eisini hann heldur Frankaríki vera tann veikara í finaluni.

– Danmark vann á okkum í HM finaluni í fjør og spældi sera væl. Tí eru teir favorittar, sjálvt um vit hava spælt væl í hesi kappingini, um vit ikki taka við seinna hálvleikin ímóti Svøríki í hálvfinaluni.

– Vit hava ein møguleik, men tað krevur, at vit raka okkara besta støði, hvør sær og saman, sigur Nikola Karabatic.

EM-finalan byrjar klokkan 16:45.

/ritzau/

 

Luka Karabatic og Dika Mem hava bæpi vunnið og tapt finalur ímóti Danmark. Í dag skulu teir aftur møta dønum í EM finaluni. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix