Franskar!
Hvat er tað?
Tað, sum vit rópa franskar negl er, tá ið neglin er hvít úti á endanum, og restin av neglini hevur natúrligan lit.
Nógv velja at stíla neglirnar hjá serfrøðingum, sum seta eftirgjørdu neglirnar á, og byggja tær upp, so tað ikki sæst, hvar natúrliga neglin endar og tann eftirgjørda tekur við.
Men tú kanst eisini keypa tilfar til at gera franskar negl við í handlinum, og tað eru fleiri ymisk sløg og hættir at velja millum. Tað veldst um øll neglin skal vera eftirgjørd, um bara ein partur skal vera eftirgjørd, ella um tú velur at mála neglaspíssin hvítan.
Ongin reingerð
Maria Vilhelmsen, sum er vakurleikaserfrøðingur, fílist á, at handilsneglirnar hava onki tilfar at reinsa neglirnar við.
- Tað er sera týdningarmikið, at neglin er rein, tá neglirnar verða settar á. Annars er vandi fyri, at svampur og annar skittur fær festi í neglini, sigur Maria, sum leggur afturat, at kvinnur í øllum aldri koma til hennara at fáa franskar negl.
Eisini hevur onkur maður fingið eftirgjørdar negl, sum er ein góður máti at gevast at bíta negl, tí eftirgjørda neglin er so hørð, at tað er ógjørdligt at bíta hana. Og so fær natúrliga neglin frið at veksa út.
Sjálv hevur Maria Vilhevur brúnt neglalakk við einum blómumynstri á. Hon greiðir frá, at sterkir litir eru inn í løtuni, og at alt fleiri velja bert at mála neglaspíssin.
Professionellar franskar negl, har øll neglin er eftirgjørd við gelé, halda í einar tríggjar mánaðir. Men tað er neyðugt at leggja leiðina framvið salongini av og á, fyri at fylla meira gelé í niðri við neglarótini, tí natúrliga neglin veksur sjálvandi út.
Soleiðis gjørdi Maria mínar negl:
Fyrst klippir, fílar og reinsar hon neglirnar. Eisini trýstir hon neglabondini aftur.
Fyri at eftirgjørdu neglin skal festa betri, fílar hon ovasta lagið á neglini burtur.
Síðani límar hon neglirnar á, klippir tær til og fílar tær javnar við einari elektriskari fíl.
Síðani smyr hon ymiskt á, sum skal fyrireika neglina til geléið, sum skal byggja neglina upp. Fyri at løgini skulu stadna, verður hondin løgd undir ultraviolett ljós av og á.
At enda leggur hon eitt petti av gelé á neglina og javnar tað út, so yvirgangurin millum eftirgjørdu neglina og naturligu neglina verður ósjónlig.
Viðgerðin tók umleið hálvan annan tíma, og ongantíð áður havi eg havt so vakrar negl.
Ger sjálv negl
Tú kanst keypa trý ymisk sløg av eftirgjørdum neglum.
1. Líma heilar negl á tí natúrligu.
Hóskar til tín, sum hevur ljótar negl frammanundan, ella til tín, sum vil sjeina neglirnar upp.
2. Líma ein eftirgjørdan neglaspíss á natúrligu neglina.
Hóskar til tín, sum vilt hava langar negl, ella sum vil gevast at bíta negl.
3. Brúka eina skabilón, og mála ein hvítan kant á neglina.
Hóskar til tín, sum vilt hava flottar negl við fronskum manicure.