Franskar nýggheitir

Bæði Peugeot og Citroën boða nú frá, at teir fara at koma á marknaðin við nýggjum Partner og Berlingo seinni í ár. Núverandi Partner og Berlingo eru upprunaliga frá 1996

Hóast Peugeot Partner og Citroën Berlingo hava verið á marknaðinum í næstan 12 ár, virka teir als ikki ómodernaðir. Men seinni í ár verða teir avloystir av heilt nýggjum modellum.


Nýggju Partner og Berlingo verða eisini gjørdi sum bæði persón- og vørubilar.


Eyðkenni fyri hesar bilar er at teir eru sera rúmligir í mun til støddina og sera væl egnaðir hjá barnafamiljum. Nýggju bilarnir verða nakað størri og rúmligari enn teir núverandi Partner og Berlingo, umframt at innrættingin eisini verður liðiligari. Designið er eisini meira aeorodynamiskt og tíðarhóskandi.


Nýggju Partner og Berlingo koma á marknaðin í summar.


mg