Franska stjórnin farin frá

Franska stjórnin hevur lagt frá sær, og seinnapartin varð kunngjørt, at Nicolas Sarkozy, forseti, hevur góðkent, at stjórnin og Francois Fillon, forsætisráðharri, fara frá. Avgerðin hjá stjórnini ger, at forsetin fær høvi til at seta nakrar nýggjar ráðharrar uttan at skifta alla stjórnina út.

Í Fraklandi er stórur spenningur, um forsætisráðharrin sleppur at halda fram, tí viðurskiftini millum forsetan og stjórnarleiðaran hava verið spent í seinastuni.

Sarkozy og Fillon hava hildið fund í dag. Stjórnarkeldur vænta, at Fillon fer at halda fram sum forsætisráðharri, og at hann fer at kunna forsetan um tann nýggja ráðharralistan mánadagin.

Sarkozy segði longu tíðliga í summar, at hann ætlaði sær at umskipa stjórnina. Hetta er fjórðu ferð, at tað verður gjørt.