Seinasta leygarmorgun vórðu fimm líkkistur settar av nærindis Eifiltorninum í París, og franska løgreglan heldur, at hetta eru eini boð úr Russlandi.
Myndin við kistunum er farin víða um á sosialum miðlum, og franska løgreglan hevur váttað hendingina.
Tað var ein hvítur vøruvognur við nummarspjaldri úr Bulgaria, sum kom við kistunum. Tveir menn komu út úr bilinum og settu kisturnar av.
Síðan koyrdi bilurin avstað aftur. Á kistunum vóru fronsk fløgg við áskriftini "franskir hermenn í Ukraina".
Franska løgreglan sendi boð eftir hundum og teknikarum fyri at staðfesta, um nakað var í kistunum, men her vóru bara nakrir posar við gipsi.
Hetta veit franska ávísin, Le Parisien, at siga.
Førarin á vørubilinum varð handtikin ikki langt burtur frá Eifiltorninum. Seinni vórðu eisini teir, sum tóku kisturnar út úr bilinum, handtiknir.
Tá royndu teir báðir seinastu at sleppa upp í bussin á veg til Berin.
Franska løgreglan veit at siga, at menninir søgdu seg hava fingið 400 evrur aftur fyri at gera hetta arbeiði.
Løgreglan í Fraklandi hevur illgruna um, at tað er Russland, sum stendur aftan fyri hetta, tí tað sæst í einum notati, sum ávísin, Le Monde, hevur fingið.
Russiskir myndugleikar hava ikki gjørt viðmerkingar til hendingina.
Sagt verður, at teir tríggir menninir vóru úr ávikavist, Bulgaria, Ukraina og Týsklandi. Teir hava allir viðgingið, at teir fingu pengar fyri at seta kisturnar við Eifiltornið.
Reuters veit at siga, at sambært ákæruvaldinum í Fraklandi er tað "sálarligur harðskapur" at fremja eina slíka atgerð.
Russiskur njósnaragrunnur brúkar milliónir upp á propaganda og til tess at fáa vesturheimin at seta revsitiltøk mót Russlandi úr gildi.
Fleiri tíðindamiðlar siga, at kisturnar vórðu settar av beint eftir, at franski forsetin, Emmanuel Macron, endurtók, at hann ikki vil útiloka at senda franskar hermenn til Ukraina at hjálpa til í krígnum móti russiska hersetingarvaldinum.











