Franska landsliðið

Líka síðan franska landsliðið var í Føroyum, hava føroysku fjølmiðlarnir kóka súpan av hendingini, sum fór fram tá flogfarið lendi. Ein sera skakandi hending, ið als ikki átti at komið fyri, um leiðslan hjá franska landsliðnum ikki hevði verið so arrogant, soleiðis at teir ístaðin fyri at koma til Føroya í góðari tíð, so var bíða sum longst við komuni til Føroyar.

Sum vit øll vita, so kundi franska liðið ikki vera tey 3 stigini fyri uttan og avleiðingin hevði verið, at teir ikki kvalifiseraðu til endaspælið í EM, eins og tað vóru 50-100 milliónir kr. uppá spæl, so var trýstið stórt á leiðsluni. Tí skuldi flogfarið lenda fyri ein og hvønn prís og tað var orsøkin til tað ógvusligu hendingina, sum franskmenn nú aftaná geva flogvøllinum her skyldina fyri.