Franska kreditvirðið minkar

Franski búskapurin, sum er tann næststørsti í Evropa, fekk eitt álvarssamt skot fyri bógvin í dag, tá amerikanska kreditmetingarfyritøkan Standard & Poor's lækkaði franska kreditvirðið frá teirri hægstu metingini AAA til ta næsthægstu AA+.

Tað skrivar franska tíðindastovan AFP frá stjórnarkeldum í París. Keldurnar leggja afturat, at Týskland, Niðurlond og Luksenburg varðveita sína AAA-meting.

Alment hevur S&P ikki sagt nakað enn, men sum skilst kemur tann almenna fráboðanin klokkan átta í kvøld okkara tíð.

Politiskir greinarar siga, at avgerðin hjá S&P er ein ábending um, at tiltøkini, sum teir evropeisku leiðararnir hava sett í verk, gera ov lítlan mun.