Franska oljufelagið ELF, sum herfyri fór í samstarv við amerikanska oljufelagið Phillips Petroleum við tí fyri eygað at vera við í eini útbjóðing á føroyska landgrunninum og í Hvíta økinum, hevur góðar vónir um at finna olju og gass í undirgrundini.
Jean Pierre Dolla, varaforseti fyri oljuleiting hjá ELF og sum stendur á odda fyri kanningunum á øllum Atlantsmótinum sigur við Sosialin, at fundini, sum eru gjørd inni á brestkum øki skamt frá føroyska markinum, kunnu benda á, at somu jørðløgini ganga inn á føroyskt øki. Hesi gera í hvussu er føroyska økið sera áhugavert.
Hann vísir annars á, at talan er um eitt sera áhugavert øki, sum gongur frá Barentshavinum fyri norðan til Rockalløkið fyri sunnan.
Jean Pierre Dolla er annars fegin um at hava gjørt eina samstarvsavtalu við Phillips.
-Phillips passar væl inn í okkara strategi, og nógva vitanin og royndirnar hjá hesum felagnum kemur okkum væl við sigur hann og vísir til, at við tí vitan, sum Phillips longu hevur útvegað sær um føroyska økið, er náttúrligt at halda, at Phillips helst verður operatørur í eini fyrstu útbjóðingarrundu.
ELF er annars ikki heilt ókent við føroyska økið. Felagið var við í tí fyribils útbjóðingini, sum føroyskir oljumyndugleikar skipaðu fyri fyri einum ári síðani. Felagið er eisini við í umhvørvissamstarvinum GEM, har umleið 25 oljufeløg eru við.
Millum heimsins størstu
Oljufelagið ELF telist annars millum tey størstu oljufeløgini í heiminum. Tað er millum nr. 5 og 8 av teimum størstu oljufeløgunum. ELF arbeiðir serstakliga í Meksikanska flógvanum og í Afrika. Felagið hevur júst gjørt eitt risastórt fund í Angola.
Tað, sum eyðkennir felagið, er tess vitan og tess royndir at arbeiða á djúpum vatni. Nú Atlantsmótið bjóðar uppá júst hesa avbjóðingina vónar Jean Pierre Dolla, at teir kunnu vera ein týðandi partur í oljuleitingini á djúpum vatni við Føroyar.
Uppá fyrispurning um talan kann blíva um at taka onnur feløg við í bólkin sigur Dolla, at hetta er nakað teir hugsa um. Tað kann henda, at teir taka í hvussu er eitt felag aftrat uppí. Samráðingar eru við okkurt felag, men enn er ov tíðliga at siga nakað um hetta.