Cecile Mortensen, sum vanliga býr í Fraklandi hevur brúkt seinasta árið í Klaksvík, har hon er vorðin ein fastur partur av gerandisdegnum í føroyska samfelagnum.
Í fjør kom franska Cecile Mortensen, saman við sínum føroyska manni, Jóhannes, og børnum til Føroya úr Fraklandi, har tey virka sum trúboðarar. Tey komu til Klaksvíkar, tí tey sum familja vildu sleppa at uppliva heimstaðin og tað umhvørvi, sum Jóhannes Mortensen er uppvaksin í, og hon hevur fingið heilt nógv burturúr tíðini í Føroyum.
Ígjøgnum sjálvbodnu skipanina, sum er partur av integratiónspolitikkinum í Klaksvíkar kommunu, hevur Cecile Mortensen starvast sjálvboðin í ansingarstovninum Fjallafípuni. Síðani starvstíðin var av seint í fjør, hevur hon havt dansifrálæru.
- Ætlanin var mest at læra føroyska málið og arbeiða við børnunum, so eg væntaði slettis ikki, at eg fór at hava so nógv at gera við dansifrálæruni, sigur Cecile Mortensen, sum nú undirvísir í dansi tríggjar til fýra ferðir um vikuna.
Í tríggjar mánaðir arbeiddi Cecile Mortensen sjálvboðin á stovninum tríggjar dagar um vikuna. Eftir fyrstu tíðina í Fjallafípuni funnu hini starvsfólkini út av, at Cecile Mortensen hevur útbúgving innan dansifrálæru, og tí komu dansitímar í lag á ymsum dagansingarstovnum í kommununi.
- Sjálvbodna arbeiðið hevur givið mær so nógv, sigur Cecile Mortensen. - Eg havi bæði lært føroyska málið og eina rúgvu um føroyska mentan, men harafturat eri eg eisini komin í samband við nógvar føroyingar, sum hava tikið væl ímóti mær. Og nú eri eg so eisini sloppin at brúkt mínar førleikar innan dans, og tað er meira, enn eg tordi at vóna, áðrenn eg kom til Føroya, sigur Cecile Mortensen, sum samanumtikið er ovurfegin um møguleikan at undirvísa børnunum í dansi.
Leiðarin í Barnahúsinum Margit, sum eisini varðar av Fjallafípuni, Ann Mari Kjølbro, fegnast somuleiðis um samstarvið við Cecile.
- Vit hildu tað liggja til høgra beinið at heita á Cecile um at hava dansifrálæru á ymiskum dagstovnum her í Klaksvík, sigur Ann Mari Kjølbro. Hon leggur afturat, at dagstovnarnir í kommununi í 2016 seta sjóneykuna á list og kreativitetin hjá børnunum.
- Tí var tað eitt frálíkt høvi at lata Cecile skipa fyri dansitímum, har børnini sleppa at royna seg við dansi sum listagrein, sigur Ann Mari Kjølbro, leiðari.
Cecile og familjan venda aftur til Fraklands og trúboðaraarbeiðið í komandi mánaði.