Fransar skotnir í Afghanistan

Franska stjórnin hevur gjørt av at steðga øllum hernaðarligum samstarvi við Afghanistan, eftir at fýra franskir hermenn vórðu skotnir í Afghanistan í morgun. 16 aðrir franskir hermenn vórðu særdir. Tíðindastovurnar skriva, at maðurin, sum skjeyt, var í afghonskum hermannabúna.

-Franski herurin arbeiðir saman við sínum sameindu, men vit kunnu ikki góðtaka, at okkara sameindu skjóta okkara hermenn, sigur franski forsetin, Nicolas Sarkozy. Forsetin leggur afturat, at hansara stjórn umhugsar at taka teir fronsku hermenninar úr Afghanistan fyrr enn ætlað. Higartil hevur ætlanin verið, at Frakland skuldi taka sínar hermenn úr Afghanistan í 2014.

82 franskir hermenn hava latið lív í Afghanistan, síðani Frakland sendi hermenn hagar í 2001.