Frans pávi mælir til vælgerð heldur enn grammleika

Í midnáttarmessu mælir pávin heimins 1,2 milliardum katolikkum til at vísa næstrakærelika

Heimsins 1,2 milliardir katolikkar skulu leggja áherðslu á vælgerandi endamál og næstrakærleika í staðin fyri grammleika, oyðsl og materialismu á jólum.

 

Soleiðis segði Frans pávi í prædku undir siðbundnu midnáttarmessuni í Pæturskirkjuni í Vatikaninum í nátt.

 

Tað skrivar tíðindastovan AP.

 

Nógv fólk brúka stórar partar av lívinum til at tráa eftir materiellari eydnu, heldur pávin. Og tað er beint ímóti bíbilsku frásøgnini um, at Gud vísir seg fyri fólki, sum ikki hava tey stóru materiellu virðini.

 

– Standandi framman fyri krubbuni skilja vit, at lívsins gudadrykkur ikki er materielt ríkidømi, men kærleiki. Ikki grammleiki, men vælgerð. Ikki reyp, men einfeldi, er boðskapurin frá pávanum.

 

– Ein ómettandi grammleiki hevur sett dám á søgu menniskjans, sjálvt í dag, tá alt ov mong eru noydd at fara svong til songar.

 

Katolikkar úr øllum heimshornum luttaka í árligu hátíðini. Pæturskirkjan er á tremur við umleið 10.000 fólkum. Harumframt fylgja nógv onnur gudstænastuni á plássinum uttanfyri.

 

Í prædikuni í fjør sammetti pávin flóttar og migrantar við Mariu og Jósef, sum ikki funnu sær skjól í Betlehem.

 

Tá var boðskapurin, at trúgvin krevur, at útlendingar skulu heilsast vælkomnir.

 

Pávin greiddi frá bíbilsku søguni um, hvussu Maria og Jósef máttu ferðast úr Nasaret til Betlehem fyri at lata seg skriva í manntal, sum Augustus keisari hevði givið boð um.

 

– Vit síggja slóðina eftir milliónum av menniskjum, sum ikki sjálv velja at fara, men sum eru rikin úr egnum landi, og sum verða tvungin at fara frá fólki, tey eru góð við, segði pávin.

 

Tann 82 ára gamli pávin er sonur italskar flóttar í Argentina.

 

/ritzau/