Viggo Olsen
Eitt livandi kelduvað ið ikki tornar
eg leggist á knæ fái mær í lógva
av tí trystallklára vatni ið svalandi er
sløkkir tosta gevur lív og heilsubót.
Fari framm við brúsandi ánni
komin oman á niðasta hamar
har Sálarbótará rennur móti Altarinum
standi á bakka har fossurin fellur á Altarhellu.
Prædikustólurin steinur nevndur
leysur av sjóvarmála
eins og varðtekin stendur
móti Nólsoyarfirði vendir.
Úti á víðum havi seglskip
í vindloysi rekur mót landi
vatnið gongur undan, verður tikið av streymi
vestfalli dregur mót Argjalandi.
Nú kom gleðisróp í lat akker falla
teir síggja fossin falla niður á hellu
søgnin sigur at fransar drógu vatn frá Fransá
tá takkaðu teir Guði fyri lívsins vatn.