Frankie hevur seinnu árini verið ígjøgnum venjaraskúlan hjá DBU. Danski fótbóltskalendarin fylgir ikki tí føroyska, og tí hevur Frankie verið til próvtøku nú, hóast næsta ættarliðið av føroyskum A-venjarum júst er farið í holt við seinasta partin.
Um vikuskiftið var Flemming Nielsen hjá DBU í Føroyum og saman við Peturi Simonsen, sum var føroyskur próvdómari, tók hann avgerð um, at Frankie fekk ?bestået? stemplað á síni venjarapappír.