Frankie Jensen hevur fingið álagt uppgávuna at lyfta B71 upp aftur í bestu deildina. Tað skrivar heimasíðan hjá sandoyingum, nú avtala er fingin í lag við Frankie Jensen um at standa á odda fyri besta mansliði felagsins. Frankie Jensen er ættaður av Sandoynni, men hevur seinnu árini virkað sum ungdóms og 1. deildarvenjari hjá HB. Harafturat var hann í fyrru kappingarhálvu í ár høgra hondin hjá Rúna Nolsøe.










