Frankie Jensen stevnir barndómsfelagnum

Málið um Frankie Jensen og B71 skal viðgerðast í rættinum í vikuni. Hann vil hava pengarnar frá barndómsfelagnum, sum sáttmálin skuldi tryggjað honum

Uppsøgnin kom óvart á.
- Vit hava púra einki at finnast at, men tað riggaði ikki millum hann og leikararnar. Tí verður tað soleiðis, segði Ragnar Fossdalsá, sum er formaður í B71, við Sosialin hin 5. august í fjør.
Fótbóltsfelagið í Sandoynni spældi í næstbestu deildini og hevði beina kós móti uppflyting í bestu deildina, tá Frankie Jensen varð sagdur úr starvinum sum venjari hjá B71. Tað var miðskeiðis í kappingarárinum í fjør.
Frankie Jensen hevði fingið úrslitini, sum nevndin kravdi. Tað var eingin trupulleiki millum venjaran og nevndina. Men innanhýsis stríð við leikararnar var orsøkin, at venjarin noyddist úr sessinum.
Nú hevur Frankie Jensen, sum ættaður av Sandoynni, stevnt B71 eftir gott og væl 250.000 krónum í endurgjaldskravi.
- Tað er samsýning, sum eg ongantíð havi fingið. Tað er ikki við góðum treysti, at eg stevni barndómsfelagið, men tað vísir seg, at eg og nevndin finna ikki eina semju í hesum málinum, sigur Frankie Jensen.

Ikki fult endurgjald
Frankie Jensen fekk uppgávuna at stjórna besta mansliðnum hjá B71 í 2009. Men tað var greitt, at um liðið flutti upp í Vodafonedeildina, skuldi sandoyingurin halda fram í starvinum.
Tað stóð í sáttmálanum, sum formaðurin og Frankie Jensen høvdu skrivað undir.
Sandoyingar vóru væl við í stríðnum um uppflyting, tá Frankie Jensen varð loystur úr starvinum.
- Tú kann kanska siga, at tað er løn fyri tvey ár, sum eg vil hava, sigur hann.
Frankie Jensen er skjótur at leggja afturat, at hann krevur ikki fulla samsýning.
Eli Hentze loysti Frankie Jensen av. Sandoyingar vóru nummar tvey í røðini av 10 liðum, tá kappingarárið var liðugt. FC Suðuroy og B71 fluttu upp í bestu deildina.

Ikki virðilig framferð
Frankie Jensen er 37 ára gamal.
Fyrst í nítiárunum var hann millum stuðulsleikararnar hjá B71. Hann hevur spælt 53 dystir fyri felagið í alt.
Frankie Jensen er vónbrotin av viðferðini, sum barndómsfelagið hevur givið honum.
- Tað er lítið virðiligt, men eg harmist um, at málið er farið so langt, sigur Frankie Jensen.
Málið verður viðgjørt í rættinum hósdagin.