Frankie, Danny, og Jákup Eli

Í dag eru tríggir føroyskir bólkar afturat kunngjørdir til tónleikatiltakið Við Múrin í Kirkjubø

Fyri góðum tveimum árum síðan mannaðu fimm ungir dreingir Frank In A PhoneBox. Teir fóru at venja saman eftir summarfrítíðina í 2012, og stutt inn í 2013 skrivaðu teir egnan tónleik. Allir vóru og eru serliga hugtiknir av alternativum, laid-back rokktónleiki, og soleiðis bólka teir sín tónleikastíl.

 

Í tónleikakappingini Sement í 2013 endaði Frankie in a Phonebox á einum triðja plássi, og hevur síðan tá spælt nógvar konsertir, serliga í Havn. Nú verður arbeitt við at sleppa í studio, men fyrst stendur ein framførsla við Múrin á skránni.

 

Umframt Frank In A Phonebox  verður 32 ára gamli sumbingurin Jákup Eli at hoyra við Múrin. Hann er allarhelst mest kendur í føroyska tónleikalívinum fyri lagið Vanja, ið er einasta lag, sum hevur vunnið ein Planet Award fyri besta lag tvey ár á ráð, fyri upprunaútgávuna við Jákup Eli í 2011 og í útgávuni hjá dreingjabólkinum All-In árið eftir.

 

Jákup Eli hevur fingist við tónleik, síðan hann flutti til Havnar fyri skjótt tjúgu árum síðani. Í 2011 læt hann fyrstu fløguútgávuna, ”Kom við mer út”, úr hondum. Jákup Eli spælir lættan akustiskan fólkatónleik. Hann hevur skrivað øll løgini sjálvur, og alt tilfarið er á føroyskum.

 

Danny & The Veetos byrjaði at spæla fyri hálvum triðja ári síðani. Hesa tíðina hevur bólkurin havt ymsar framførslur runt um í landinum. Fólk flest kenna bólkin frá staklagnum "I Am Afraid". Bólkurin spælir fólkapopp við elektroniskum elementum.

 

Bólkurin er mannaður av Danny Baldurssyni á guitar og vokal, Páll Brim Joensen á ukulele og vokal, Jóhan Nolsøe á guitar, Robert Waagstein á trummum og vokal, Símuni Dam á synth, Leivi Vitalis á bass og synth bass og Rúna Hentze á trompet.