Hóast kreppu í bilaídnaðinum var altjóða bilaframsýningin í Frankfurt, sum er annaðhvørt ár, ikki nógv minni enn fyri tveimum árum síðan.
Á framsýningini vóru 753 framsýnarar og ikki minni enn 82 heimspremierur av nýggjum bilum.
Har var alt frá bilnýggjheitum og konseptbilum til sergjørdar bilar, ellisakfør og motorsúkklur.
Vit hava her nakrar myndir sum Tummas Pauli av Reyni, sýnsmann hjá tryggingarfelagnum Trygd, hevur tikið á framsýningini. Samrøða er eisini við Tummas Paula í sendingini Bilradio hósdagin kl 16.05.










