Frankaríki vann trygt á Kroatia

Frankaríki, Svøríki og Noreg fingu øll góða byrjan upp á EM hondbóltin við tryggum sigrum.

 

Tað var dramatikkur, tá Frankaríki byrjaði EM við sigri á Kroatia. - Foto: Ognen Teofilovski/Reuters

Olympisku meistararnir úr Frankaríki fingu í kvøld eina góða byrjan í EM í manshondbólti.

Í uppgerðini ímóti Kroatia, sum hevur klárað seg væl í altjóða manshondbólti, sigraði Frankaríki við 27-22 í bólki C, har Serbia fyrr í dag vann á Ukraina.

Frankaríki hevði yvirvág frá byrjan til enda, og sigurin var ongantíð í vanda.

Frankaríki var flúgvandi frá byrjan og var frammanfyri 7-2, áðrenn teir fyrstu níggju minuttirnir vóru farnir.

Kroatia hevði fleiri avboð, og av koronuorsøkum kundu teir báðir lyklaspælararnir Domagoj Duvnjak og Luka Cindric frá ávikavist THW Kiel og Barcelona ikki vera við.

Kortini arbeiddi Kroatia seg inn í dystin, og í hálvleikinum var munurin bara 13-11.

Stóran part av seinna hálvleiki var Frankaríki á odda við trimum og fýra málum, og tá Kroatia tyktist vilja koma afturíaftur við 19-21, fekk liðið eina útvísing, so Frankaríki aftur kundu leggja seg greiðari á odda.

Dysturin var avgjørdur, tá Frankaríki fimm minuttir fyri leiklok kom á odda 25-20, og sigurin endaði eisini við fimm máls muni.

Aðrir EM heiðursmerkjabiðlar sum Svøríki og Noreg byrjaðu eisini endaspælið við sigrum.

Í bólki E sigraði Svøríki við 30-18 á Bosnia-Hercegovina eftir 17-11 í steðginum.

Tíðliga í dystinum skaptu sviar eitt hol, sum bosnisku leikarar ongantíð fingu latið aftur.

Slovakia hekk eitt sindur longri í Noreg. Slovakar vendu 0-3 til 8-7, men síðani var tað Noreg, sum kláraði seg betri, og í steðginum var støðan 15-11.

Noreg dró meira frá í seinna hálvleiki og vann 35-25.

Ungarsku vertirnir, sum verða mettir sum outsidarar í kappingini, fingu eina ringa byrjan upp á kappingina.

Liðið var stórfavorittur ímóti Hollandi, men tapti dystin 28-31 í bólki B.

/ritzau/

 

Tað var dramatikkur, tá Frankaríki byrjaði EM við sigri á Kroatia. - Foto: Ognen Teofilovski/Reuters