Bygging
Frank Petersen heldur, at tíðin er farin frá vanahugsan innan sethúsabygging, bygging av vinnubygningum og bygging av almennum bygningum og stovnum.
- Eg kann fáa ilt í búkin, tá eg síggi keðiligar bygningar, bæði í Danmark og aðrastaðni. Sama er, nú eg eri í Føroyum. Hugflogið er bæði goymt og gloymt, sigur danin, sum eigur byggifyritøkuna, Bozel í Hammel í Danmark.
Í kvøld klokkan 19 verður temakvøld í Miðlahúsinum um lágorkubygging, og tá verður danin millum luttakararnar.
Ikki fakmaður
Tað var av tilvild, at Frank Petersen kom inn í byggivinnuna, og nú hevur hann nógv at gera við at sniðgera og byggja hús í óvanligum sniðum – hús, sum skilja seg burtur úr mongdini. Húsini, hann skitsar niður við blýantsstrikum, gerast til sonevnd kringluhús, tornhús og hús, sum kunnu minna um eina viftu.
Næstan tað ómøguliga gerst møguligt, tá danin setir seg við tjúkka blýantinum og byrjar at tekna. Tá hann ikki er fakmaður, er hann heldur ikki fongdur við vanahugsan um, hvat kann lata seg gera – og ikki.
Tey, sum kenna virksemið hjá Frank og Bozel, siga, at danin teknar nakrar tjúkkar blýantsstrikur niður á pappír – og so letur hann fakfólk tekna og fremja ætlanina í verki.
- Úrslitið er, at bæði arkitektar og byggiverkfrøðingar hava úr at gera við at finna loysnir, soleiðis at míni hugskot kunnu fremjast, sigur Frank Petersen.
Sum snarljós
- Hugskotini koma til mín sum snarljós av bláum himli. Eg gangi nakrar dagar og hugsi um trupulleikan, og so við eitt so kemur loysnin, sigur hann.
Á heimasíðuni hjá dananum síggja vit, at hugflogið er stórt, og eingin ivi tykist vera um, at Frank veit, hvat hann vil.
- Ein umráðandi partur er, at húsið passar til umhvørvi og náttúruna. Tað skal verða stuttligt at búgva í einum Bozel-húsi, sigur hann.
Danin var í Føroyum, tá kreppan herjaði tíðliga í nítiárunum, men steðgurin vardi bert í ein dag. Hann hevur altíð ynskt sær at komið aftur, og nú bar so á, at hann kundi koma og enntá steðga í nakrar dagar.
Tey, sum eru “vertir” hjá honum á ferðini í Føroyum, siga, at Frank Petersen er púrasta skotin í tí føroysku náttúruni.
- Eg síggi fyri mær fleiri serstøk húsasnið, ið kundu verið bygd ymsastaðni kring landið – og alt kann lata seg gera, sigur danin brosandi.