Frank Lampard til Manchester City

Heldur óvæntað, verður Frank Lampard helst at síggja í Manchester City troyggjuni, tá Premier League fer av bakkastokki

Frank Lampard skifti fyrr í summar frá Chelsea til New York City, eftir at sáttmálin hjá honum við Chelsea gekk út fyrr í summar.

 

Heldur óvæntað, ljóðar nú, at Frank Lampard aftur er á veg til Premier League. Har skal hann umboða arvafíggindarnar hjá Chelsea, Manchester City.

 

Um Lampard skiftir til Manchester City er talan um ein hálvt ára leigusáttmála, har hann bæði skal umboða Manchester City í Premier League og í Champions League. Útlit eru eisini fyri, at hann skal spæla móti fyrrverandi liðfeløgunum úr Chelsea tann 21 september, tá liðini bresta saman.

 

Orsøkin til at Frank Lampard skal spæla í Premier League tað fyrsta hálva árið, er tí at Frank Lampard ikki byrjar at venja við nýggja felagnum í USA fyrrenn í januar.