Frank Lampard koyrdur í Chelsea

Chelsea boðar í dag frá, at felagið hevur koyrt venjarin og legenduna Frank Lampard

Chelsea boðar í dag frá, at felagið hevur koyrt venjarin og legenduna Frank Lampard. Eftir eina misjavna byrjan er Chelsea á níggjunda plássi við 29 stigum fyri 19 dystir. Tað er nokk til at blíva koyrdur í London-felagnum.

Frank Lampard er ein legenda í Chelsea, har hann spældi í fleiri ár og skoraði ein rúgvu av málum sum ein málsøkin miðvallari. Eftir at hava verið venjari Derby í næstbestu deildini bleiv hann undan undanfarna kappingarári settur sum venjari hjá Chelsea.

Tað bleiv til 84 dystir sum venjari hjá Chelsea. Í miðal fekk hann 1,75 stig fyri hvønn dyst. Í Premier League bleiv tað til 57 dystir og ein miðal upp á 1,67 stig fyri høvnn dyst. Tað er tað mista av øllum 11 venjarunum, sum Chelsea hevur havt síðani Roman Abramovich keypti felagið í 2003.

- Hetta hevur verið ein torfør avgerð fyri felagið, serliga tí eg og Frank Lampard kennast væl persónligt, og eg havi stóra virðing fyri honum, men við støðuni í felagnum halda vit tað er best at skifta venjara, sigur Roman Abramovich við heimasíðuna hjá Chelsea.

Altjóða miðlar skriva, at Thomas Tuchel verður nýggjur venjari í felagnum. Hann er júst koyrdur í franska Paris Saint Germain.