Frank Lampard er aftur venjari

Premier League: Fyrrverandi stórspælarin er aftur í venjarastarvinum

Mynd: (Everton FC)

Everton hevur sett Frank Lampard sum nýggjan venjara. Hann avloysir umstrídda Rafael Benitez, sum ongantíð vann hjørtini hjá Everton-viðhaldsfólkunum, tí hann hevur eina fortíð sum venjari hjá grannunum úr Liverpool.

 

Frank Lampard er mest kendur fyri tíðina í Chelsea, har hann saman við John Terry, Didier Drogba og øðrum bleiv ímyndin av framgongdini í Chelsea undir ríkmanninum Roman Abramovich, sum keypti felagið í 2003.

 

Hann bleiv eisini venjari í Chelsea longu í 2019, eftir bara eitt ár sum venjari hjá Derby. Tað byrjaði væl, men tað endaði við eini uppsøgn. Nú er fyrrverandi miðvallarin aftur í Premier League, eftir at kreppurakta Everton hevur sett Frank Lampard í tvey og eitt hálvt ár.

 

Everton hevur eisini fingið tilgongd til júst miðvøllin. Everton hevur keypt Dele Alli frá Tottenham og leigað Donny van De Beek frá Manchester United. Hartil eru Anwar El Ghazi, Nathan Patterson, og Vitaliy Mykolenko eisini komnir til, meðan stinni vinstri bakkurin, Lucas Digne, hevur skift til Aston Villa.

 

Mynd: (Everton FC)