Politiska avrikið hjá Atla P. Dam hevur ikki bara vunnið honum virðing í Føroyum. Eisini í Danmark verður navnið á Atla Dam sett saman við stór politisk avrik, sum hava tænt føroyska samfelagnum.
Atli Dam hevði nógv samstarv við útlendskar politikarar ? ikki minst í danska Javnaðarflokkinum.
? Tað er ein stórur missur fyri Føroyar, at Atli Dam er farin. Okkara tankar fara fyrst og fremst til hansara familju í hesari truplu tíð, sigur Frank Jensen, sum er politiskur framsøgumaður hjá danska Javnaðarflokkinum
Undangongumaður
Frank Jensen hevur verið virkin í politikki í næstan 30 ár, hann hevur sitið í fólkatinginum síðani 1987, og hann hevur verið bæði granskingarmálaráðharri og løgmálaráðharri.
? Vit fara altíð at minnast Atla Dam fyri sín stóra kamp og innsats fyri at menna Føroyar til eitt vælferðarsamfelag. Hann hevði ein avgerandi leiklut í arbeiðnum at tryggja føroyska fólkinum eitt moderna vælferðarsamfelag, sigur Frank Jensen.
? Atli Dam var í mangar mátar ein undangongumaður í arbeiðnum at menna føroyska samfelagið og at geva øllum borgarum ein tryggleika. Hann arbeiddi fyri, at allir føroyingar ? eisini fólk á smáu bygdunum ? skuldu hava vælferð og tryggleika.
? Tað verður saknur í Atla Dam, nú hann er farin, sigur Frank Jensen.










