Seinastu seks árini hevur Frank Arnesen starvast fyri enska felagið Chelsea. Seinastu tvey árini hevur hann verið ítróttarstjóri í felagnum, og hann hevur hesi árini millum annað havt ábyrgdina av at menna ungdómspartin hjá felagnum. Frank Arnsen hevur eisini verið í Føroyum í fótbóltsørindum hesi árini.
Men komandi summar gevst Frank Arnesen í Chelsea.
- Eftir seks framúr góð ár í Chelsea havi eg hug at royna onkra nýggja avbjóðing, sigur Frank Arnesen við heimasíðuna hjá Chelsea.
- Felagið kann nú heysta fruktirnar av okkara arbeiði, og frá í ár at rokna skal minst ein spælari frá ungdómsakademinum koma við í 1. liðshópin um árið, og vit hava nkrar fantastiskar ungar spælarar á veg, sigur Frank Arnesen.
Frank Arnesen hevur verið nevndur í sambandi við danska fótbóltslandsliðið, sum skal hava nýggjan venjara í 2012, tá ið Morten Olsen gevst, men eisini feløg sum Aston Villa og Manchester City verða sambært Daily Mail sett í samband við Frank Arnesen.









