Francis fekk sekkin

Birmingham venjarin, sum leingi hevur sýnt stóran áhuga fyri Toda Jónsson, er farin frá

 

ONGLAND


Fyrr í summar var nógv frammi um, at enska 1. deildar felagið Birmingham var áhugað í at keypa fleiri spælarar frá FCK, og Todi Jónsson varð nevndur millum hesar. Tað var um reppið, at miðvallarin Christian Poulsen fór til Birmingham, men nú er alt hetta dottið niður fyri.

Í fyrradagin frættist, at maðurin, sum hevði serligan áhuga í donskum spælarum, og sum leingi droymdi um at fáa Toda Jónsson at spæla á sínum liði, ikki longur hevur ábyrgdina í Birmingham.

Talan er um Trevor Francis, sum í síni tíð var ein fínur fótbóltsspælari. Mánadagin boðaði Birmingham frá, at Trevor Francis ikki longur er venjari hjá teimum. Partarnir skiltust í bestu semju, varð sagt, men eingilsku fjølmiðlarnir siga, at venjarin hevur fingið sekkin, tí úrslitini hava ikki verið nóg góð. Birmingham kappast fyrst og fremst við Aston Villa um tekkið hjá teimum fótbóltshugaðu í næststørsta eingilska býnum. Teir vilja fegnir vera í bestu deildini, men tað gonst illa at sleppa upp úr næstbestu deildini.