Francesco Totti skorað 200 mál í Seria A

Liðskiparin hjá AS Roma er bara ein av seks leikarum, ið hava megnað at skorað 200 mál í italsku landskappingini, Seria A. Tá 34-ára gamli Francesco Totti í dag á fyrsta sinni skoraði á Franchi Stadium, sum er heimavøllurin hjá Firoentina og leikvøllurin har Føroyar taptu 5-0 fyri Italia í fjør, var tað somuleiðis hansara mál nummar 200 í Seria A.

 

Francesco Totti er ímyndin av AS Roma. Hann hevur alla sína yrkisleið spælt fyri høvðusstaðarfelagið, hóast mangt stórliði hevur ligið framvið eftir honum. Hann hevur vunnið Seria A eina ferð við AS Roma í 2001, umframt at hann vann HM við Italia í 2006.

 

Dysturin í dag millum Fiorentina og AS Roma endaði við 2-2 janleiki. Francesco Totti skoraði eisini seinna málið hjá AS Roma, so hann hevur samanlagt skorað 201 mál í Seria A.

 

Seinast ein leikari kom upp á 200 mál í Seria A var í 2004 og tað var ongin minni enn Roberto Baggio. Hinir leikarnir í hava skorað yvir 200 mál í Seria A eru: Silvio Piola(274), Gunnar Nordahl(225), Giuseppe Meazza(216), José Altafini(216), Roberto Baggio(205) og nú Francesco Totti (201).