Eitt av mongu tilboðunum á ólavsøku var Ævintýraferðin, men ferðin heldur fram og kann upplivast í dag og í morgin. Leikurin Ævintýraferðin hevur verið at sæð á ólavsøku, og enn er møguleiki at síggja Ævintýraferðina og tað fantasiska orkestrið.
Spælt verður
30. juli kl. 16 og kl. 18
31. juli kl. 16
Atgongumerki kunnu keypast við inngongina og eisini er møguligt at bíleggja atgongumerki á Kunningarstovuni í Havn ella við at ringja á tlf. 259371.
Sí eisini heimasíðuna www.avintyraferdin.com