Framvegis vinarsamband við Hirtshals

Í løtuni hevur Runavíkar kommuna vinarbýarsamband við fýra kommunur í Norðurlondum: Egilstaðir og Ísafjørð í Íslandi og Uummannaq í Grønlandi umframt Hirtshals í Danmark. Her hendi kortini tann broytingin við ársskiftið, at Hirtshals kommuna fór upp í ta størru Hjørring Kommune.

Áhugi var kortini úr Hirtshals at halda fast við vinarsambandið, og tí var hetta eitt av málunum á seinasta býráðsfundi. 

Sami áhugi var eisini úr Runavík, og tí er Hirtshals, eins og áður ein av vinarbýunum hjá Runavíkar kommunu.