– Hatta vóru nøkur týdningarmikil stig, vit fingu í dag, tí annars vóru vit næstan avskrivaður, segði Arnbjørn í viðmerking við Útvarpið eftir dystin. Spurdur um trúðu upp á tað alla tíðina, svaraði Arnbjørn, at um ynskið er at liggja í fremstu røð, so er neyðugt at kempa allar 90 minuttirnar umframt tað eyka, sum dómarin leggur aftrat. – Men vit eru so framvegis við enn í oddinum, staðfesti ungi kollfirðingurin.










