Framvegis vatnflóð í Norra

Enn ger vatnflóð um seg í Norra, og í landsynningspartinum av landinum gongur tað út yvir samferðslukervi. E6-vegurin millum Oslo og Tróndheim er stongdur í fleiri støðum.

Harumframt hava umstøðurnar, ið standast av ógvusligu vatnflóðini, gjørt sítt til, at yvir 500 fólk eru flutt heimanífrá, tí tað ikki longur er trygt hjá teimum at verða verandi heima hjá sær sjálvum.

Hinvegin heita myndugleikarnar á onnur um at verða verandi heima, um tey ikki hava nøkur átroðkandi ørindi, tí vandi kann standast av at vera staddur uttandura, um illa vil til.

Í norsku fjølmiðlunum síggjast hópin av loftmyndum, sum vísa skrædnaðar vegir, brotnar brýr, oyðiløgd jarnbreytarspor og hús, sum verða tikin av vatnflóðini og fara rekandi við streyminum.