Mikudagin fer eitt nýtt lágtrýst sunnan fyri Ísland spakuliga í ein landsynning og eystan, og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni fer spakuliga móti Føroyum av suðri. Síðani liggur lágtrýstið nærum í stað í ein útsynning úr Føroyum og viknar spakuliga. Í næstu viku nærkast brúgvaløg og minni lágtrýst í Norðhavinum Føroyum av landnyrðingi.
Í dag
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Framvegis turt og sum frá líður yvirhøvur skýggjað. Mikukvøldið og hósnáttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, og tað fer at regna. Hitin millum 10 og 13 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og mjørki í støðum, men sum frá líður klárar í og tað verða sólglottar. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.
Ólavsøkuaftan
Gul til stívt andøvsgul av eystri landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, hitin um dagin millum 12 og 15 stig, um náttina um 10 stig.
Ólavsøkudag
Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av landsynningi ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Fyrst sólglottar, men sum frá líður skýggjað av norðri og okkurt æl. Hitin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.
Mánadagin
Eitt lítið lot av vestri og norðri, undir 5 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn. Hitin millum 10 og 13 stig.