Tað sær einki út við veðrinum á ovastevnu.
Tað var heldur illfýsi í morgun, og hóast fleiri høvdu væntað, at tað fór at slíta í út á seinnapartin, er framvegis sama veðrið, nú klokkan er farin av 15.30.
yr.no lovar bert lítlan bata fyri miðnátt, tó at vindurin skal minka eitt vet, úr 15 m/s niður í 9 m/s. Men tað verður framvegis vátt, sambært norsku veðurstovuni.
Tað var heldur ikki tað nógva fólkið, sum kom út við Ternuni nú klokkan 15, eini 20 fólk.
Tað er harmiligt, um ovastevnan aftur í ár skal skola burtur, eins og hon gjørdi fyri einum 5-6 árum síðani.
Heldur ikki eru nakrir bátar komnir av regattaini í Hósvík til Nólsoyar, og tað er heilt greitt veðrið, ið ger tað.
Vónandi fer at slíta í og vindurin minkar, so ovastevnan kann fáa tann glans, hon vanliga hevur.










