Framvegis vátt komandi dagarnar

Eitt brúgvalag við regin kemur inn yvir landið av suðri, men seinnapartin fer tað í ein landnyrðing, frá okkum. Komandi dagarnar koma fleiri brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi og suðri.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, skýggjað, møguliga regn og allarhelst mjørkaflókar. Seinnapartin klárar kanska í og onkrir sólglottar vera. Um kvøldið og náttina framvegis skýggjað og támut, men yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 15 stig

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Furt turt og sól, seinni skýggjað og seinnapartin ella út á kvøldið regn av suðri. Hitin millum 10 og 14 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av landsynningi, sum snarar í ein sunnan og útsynning, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av suðri og eystri, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 14 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri ella ymsum ættum, 5 til 10 m/s, út á dagin fyri tað mesta av suðri og vestri. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 14 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men eisini regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 14 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 14 stig.