Framvegis vátir dagar fyri framman

Eitt lágtrýst yvir Íslandi fer spakuliga í ein norðan og sendir ælaveður inn yvir Føroyar av suðri. Sunnudagin nærkast eitt nýtt lágtrýst við brúgvaløgum og regni Føroyum av útsynningi, men hetta fer mánadagin í ein eystan. Týsdagin gerst veðrið støðugari áðrenn nýggj brúgvaløg mikunáttina og -dagin fara framvið okkum. Síðani kemur ein hátrýstsryggur væntandi hendan vegin av vestry og ger veðrið støðugari.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og eystri, 10 til 15 m/s. Fyrst sólglottar, síðani skýggjað og sum frá líður regn. Hitin um 10 stig. Út á kvøldið lækkar hann niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, men út á náttina øtlar upp í stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s.Tað klárar í, tó okkurt æl og hitin millum 8 og 10 stig.

 

Í morgin

Hann øtlar vindin upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, og møguliga harðar hvirlur. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður ein stóran part av degnum. Hitin um 10 stig, um náttina niður í 8 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Okkurt æl, men eisini sólglottar og hitin um 10 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 8 og 10 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein útnyrðing. Fyrst reg, seinni klárar í, tó verður samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, men um kvøldið og náttina yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt, men skýggjað og hitin millum 7 og 10 stig.