Framvegis upp ella niður

Manskappingin í hondbólti er framvegis so jøvn, at eingin kann siga, hvør kemur í FM-finaluna ímóti Neistanum og hvør endar aftast

Teoretiskt ber til, at støðan eftir dystirnar sunnudagin fer at líkjast støðuni fyri nøkrum vikum síðani, tá bara eitt stig var millum nummar tvey og seks.
Um dystirnir til dømis enda við sigri til StÍF á KÍF, javnleiki millum VÍF og H71 og sigri til Neistan ímóti Kyndli, hava KÍF, Kyndil, VíF og StÍF 15 stig, meðan H71 hevur 14.
Hinvegin kann tað eisini enda við, at fýra stig verða millum nummar tvey og seks, so hetta er sjálvandi bara eitt gitispæl, tí vónleyst er at siga, hvørjum ein skal rokna við í Atlantic Airways-kappingini, ið má sigast at hava verið hin javnast nakrantíð – burtur sæð frá Neistanum, sjálvandi.
Seinnapartin sunnudagin sæst so, um VÍF megnar triðja sigurin á rað ella H71 vinnur aftur eftir eitt tap og tveir javnleikir, um KÍF reisir seg aftur ella StÍF tekur annan sigurin síðani mitt í november, ella um Kyndil skal megna at fáa hevnd fyri tapið ímóti Neistanum í steypafinaluni herfyri…