Framvegis upp í 40 m/s

Og tað verður ringt fyrrapart í morgin eisini.

Mátararnir hjá Landsverki staðfesta, at tað framvegis er fitt av stormi kring landið. Ringast er framvegis í Suðuroynni, har hann sigur upp í 40 m/s á Fámjinsvegnum, meðan tað er 35 m/s á Porkerishálsi. 

 

 

Tað er eisini fitt av vindi á Streymoynni, tí á Velbastaðhálsi sigur hann upp í 36 m/s í kvøld, meðan hann sigur frá áleið tí sama á Norðradalsskari. Í Eysturoynni er ringast á Kambdsdali, við Gøtugjógv og á Oyndfjarðarvegnum, har hann sigur upp í 35 m/s. 

 

 

Norðoyggjar vórðu hart raktar av illveðrinum fyrr í kvøld, men nú er nakað frægari, nú hann sigur mesta vindin vera á Syðradali, har tað er upp í 24 m/s í skrivandi stund. Í Mykinesi er eisini batna nakað, nú hann sigur upp í 27 m/s í Mykinesi, og tað er tað hægst máldi vindurin í vestara partinum av landinum. DMI sigur í forsøgnini, at tað verður nakað tað sama í vindi fyrrapartin í morgin, men út á seinnapartin skal hæsa nakað av. Út á sunnunátt hvørvur vindurin heilt og hann sigur niður í 5 m/s av ymsum ættum.