Framvegis turt og sólglottar

Eitt hátrýst liggur komandi dagarnar beint norðan fyri Føroyar og gevur turt og stilt veður.

 

Hósdagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Fyrst turt og skýggjað, men út á dagin møguliga sólglottar og hitin millum 8 og 12 stig. Um náttina verður eitt lítið lot av av landnyrðingi, undir 5 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað og hitin um 7 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, um náttina snarar hann í ein landsynning. Turt og fyri tað mesta skýggjað, men sum frá líður sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina um 7 stig.

 

Leygardagin og sunnudagin frískar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum mánanáttina makar niður í eitt lítið lot, undir 5 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina um 7 stig.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar og hitin um dagin um 10 stig. Um náttina klárt og hitin um 7 stig.

 

Týsdagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar, men sum frá líður meiri skýggjað. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.