Flogbóltur
Fleyr er framvegis fýra stig aftan fyri SÍ og fimm stig aftan fyri Mjølnir, nú liðið hevur fýra dystir eftir at spæla, so enn er teoretiskt ikki avgjørt, hvør kemur í FM-finaluna hjá monnunum. Men hóast Fleyr enn eina ferð gjørdi sítt og vann, so er ivasamt, um tað fer at røkka til meiri enn bronsu í ár, tí munurin upp til hini bæði liðini er ov stórur – og írestandi dystirnir ov fáir, til at nakað kann gerast við tað.
Í gjár var ÍF á vitjan í Gundadalshøllini í Havn, og her vísti tað seg enn eina ferð, at tað er øgiliga tungt hjá fuglfirðingum at gera seg galdandi. Teir eru tað verri enn hini trý liðini, og sjálvt um teir í ÍF stríðast væl og fáa nokk so nógv uppaftur, røkkur tað bara ikki í avgerandi løtunum.
So var eisini í gjár, har ÍF byrjaði øgiliga væl í fyrsta setti og eitt skifti sá út til at vinna tað. Støðan var 16-8, men so eydnaðist ikki at fara allan vegin allíkavæl, tí Fleyr fekk bart seg innaftur í dystin og endaði við at vinna settið við trimum stigum. Skelkurin stóð so mikið fastur, at annað sett fyri tað mesta var einvegis ferðsla, og Fleyr vann tað lætt og sannførandi.
Men í triðja setti raknaði ÍF við aftur og fekk í longum løtum fatur í rætta endanum. Sigast skal tó, at Fleyr nú gjørdi onkrar útskiftingar og gav yngri spælarum møguleikan, men tað tekur einki frá ÍF, ið megnaði at halda á til tað síðsta, samstundis sum Fleyr ongantíð ordiliga slapp framat.
Hóast tað eydnaðist ÍF at fáa vunnið eitt sett, bar heldur ikki nú til at halda fast, og í fjórða setti gjørdist tað ongantíð spennandi. Fleyr, sum í løtum í undanfarnu settunum hevði havt ov svingandi avrik, var nú á odda allan vegin og koyrdi settið heim, og harvið var 3-1 sigurin eisini tryggjaður.